Nýggjur netbanki til privatkundar

Sum privatkundi kanst tú nú royna nýggja netbankan hjá Norðoya Sparikassa.

Komandi mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið við nýggja netbankanum, men longu nú ber til hjá privatkundum at royna nýggja netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn.

Við nýggja netbankanum kanst tú m.a.:

  • fáa lætt og skjótt yvirlit yvir kontur og fíggjarstøðu
  • velja, hvørjar kontur, tú vilt síggja á forsíðuni
  • samskifta trygt og ómakaleyst við tín ráðgeva
  • síggja og undirskriva skjøl og avtalur
  • síggja pin-kotuna á tínum gjaldkortum
  • sperra gjaldkort
  • gera uttanlandsflytingar
  • handla virðisbrøv uttan mun til tíð og stað

Nýggi netbankin er tøkur at royna á teldu og sum app.

Royn nýggja netbankan á teldu her.

Netbankin sum app hevur nú nærum allar tær somu funkurnar sum netbankin á teldu. 

 

Tak appina niður her

App Store

Undirskriva skjøl og avtalur talgilt við Samleikanum

Sum nakað nýtt ber til at undirskriva skjøl, eitt nú lán og aðrar avtalur talgilt í Undirskriftarrúminum. Eisini her verður Samleikin brúktur, tí er skilagott at fáa sær Samleikan, og til ber at skráseta seg her.

Hevur tú ikki netbanka, kanst tú fara inn í Undirskriftarrúmið og undirskriva skjøl og avtalur við Samleikanum.

Far til Undirskriftarrúmið her.