Netbankin
Við netbankanum frá Norðoya Sparikassa kanst tú avgreiða fíggjarligu viðurskifti tíni alt samdøgrið.
Fyrimunir
Tú kanst nýta netbankan til m.a.:
- Síggja saldu
- Gjalda rokningar
- Síggja komandi gjaldingar
- Gera flytingar
- Stovna fastar flytingar
- Undirskriva skjøl
- Síggja bókingar
- Gera flytingar, hópflytingar og lønarflytingar
- Biðja um uttanlandsflyting (SWIFT flyting)
- Gjalda FI-kort eins og hesi kunnu meldast til GjaldSkipanina
- Síggja skjalagoymslu
- Skriva trygt til okkum
- Gera íløgur
Trygd
Norðoya Sparikassi ger í samstarvi við føroysku peningastovnarnir og SDC nógv til tess at tryggja netbankan sum best, og samstundis eru nakrar trygdarloysnir til tín, har tú kanst tryggja teldu tína ímóti teldusníkum sum heild.
Rita inn við Samleikanum
Tú ritar inn í netbankan við Samleikanum. Hevur tú ikki samleikan? Fá tær Samleikan her.
Hjálp til Samleikan?
Tørvar tær hjálp til Samleikan, ber til at ringja 1881 gerandisdagar kl. 08.00 - 16.00.
Prísir og treytir
Sí tænastugjøld fyri netbankatænastur her.