Søga

Eitt sindur um søgu sparikassans

Tá ið framskygdir menn 24. september 1919 stovnaðu Norðoya Sparikassa, var hesin fyrsti ábyrgdarsparikassi í Føroyum, og talan var um 40 ábyrgdarar, ið tilsamans teknaðu 20.000 kr. í ábyrgdarpeningi.

Fyrstu tíðina húsaðist sparikassin heima í sýslumanshúsinum, har T. J. Petersen, sýslumaður, eisini hevði avgreiðsluna um hendi. Stutt eftir varð flutt heim í “Hvíthús”, har avgreiðslan fór fram til 1925, tá ið sparikassin flutti inn í minnu skúlastovuna í “Gamla Skúla”, ið tá var nýggjur.

11. juni 1928 varð grundarsteinurin lagdur til NORÐOYA SPARIKASSA. Í landnyrðingshornið varð ein glaskrukka løgd við einum tíggjukrónustykki av gulli, einari tvíkrónu av silvuri, einari einkrónu úr silvuri, einum fimmogtjúguoyra og einum tíggjuoyra úr silvuri, trimum fimmoyrum, tveimum tveyoyrum og einum eittoyra úr kopari. Hjástaddir vóru stjórnarlimirnir J.F. Kjølbro, Olaf Olsen, Alexander Enniberg, Símun Petur Zachariasen og Axel Petersen. Móti ársenda var bygningurin liðugur, og flutt varð inn.

Tá ið seinni heimsbardagi var av, varð hugsað um at byggja upp í verandi bygning, og í 1948 varð bygningurin útbygdur suður- og vestureftir. Henda útbygging varð liðug í 1951 og kostaði góðar 200.000 kr.

Síðani er sparikassin bygdur út fleiri ferðir, eins og fleiri deildir hava verið latnar upp.

Í 1965 varð deild latin upp í Leirvík, í 1967 í Norðdepli og í 1972 á Viðareiði. Í 1982 varð deild latin upp við Klaksvíksvegin og 1993 við Stangavegin í Klaksvík.

Á 80 ára stovningardegnum, tann 24. september 1999 avdúkaði Sparikassin nýtt búmerki, sum Martin Joensen hevur teknað.

Sparikassin valdi síðan aftur at miðsavna norðurøkið til høvuðsdeildina. Deildirnar í Klaksvík lótu aftur í ávíkavist 2001 og 2004, í Norðdepli og á Viðareiði lótu deildirnar aftur í 2005, og deildin í Leirvík lat aftur í 2009.

Norðoya Sparikassi lat upp tríggjar aðrar deildir, í 2006 í Saltangará, í 2007 í Tórshavn, og nýggjasta deildin lat upp í 2013 í Fuglafirði. Í 2015 valdi Sparikassin at miðsavna Eysturoyarøkið í Fuglafirði og lat aftur í Saltangará.

Virksemi sparikassans er økt munandi og fevnir í dag um alt frá peningastovnsvirksemi til privatkundar, eins og sparikassin, eftir at banka- og sparikassalógin varð broytt í 1994, eisini fíggjar ein part av vinnulívinum.

Norðoya Sparikassi er í dag elsti peningastovnurin í landinum, og starvast uml. 50 starvsfólk í Norðoya Sparikassa.


11. juni 1928 var grundsteinurin lagdur til fyrsta bygningin hjá Norðoya Sparikassa. Seinni sama ár varð bygningurin liðugur. Mynd: Norðoya Sparikassi

Inni í gamla sparikassanum. Standandi við diskin: Julius Biskopstø, kassameistari.  Sitandi: Magnus Joensen, skrivstovumaður. Mynd: Norðoya Sparikassi

Klaksvík í 1931. Myndin er tikin á sumri í hoyna.  Sparikassin sæst nakað miðskeiðis á myndini. Mynd: Tjóðsavnið

Seinnapartin í 1930-unum. Frá vinstru: Betesda, húsini hjá Eliesari Poulsen, við bókhandli í neðra, hjá Havna-Palla, hjá Magnisu og sparikassin. Mynd: Tjóðsavnið

Mynd av tí niðasta av Ziskatrøð, tikin av Fornagørðum tíðliga í 1930-unum. Mynd: Tjóðsavnið

Klaksvík í 1939. Mynd: Tjóðsavnið

Til 1951 helt sparikassin til í ferhyrnta gróthúsinum til vinstru. Í 1948 varð samtykt at byggja uppí henda bygningin. Í 1971 gjørdist greitt, at neyðugt var at fáa til vega tíðarhóskandi húsarúmd. Gamla telefonhúsið frá 1933 vestan fyrisparikassan stóð óbrúkt, og sparikassin keypti tí húsið og grundøkið, tók húsið niður og bygdi út.  Dreingirnir eru vinstrumegin frá: Hans Sivertsen, Karl Gudmund Henriksen, Álvur Josephsen Louis Jacobsen og brøðurnir Jógvan Esmar, Magne Christoffer og Jóan Hendrik Ósa. Mynd: Norðoya Sparikassi

Sparikassin eftir útbyggingina  í 1971. Mynd: Norðoya Sparikassi 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost