Lønarpolitikkur og samsýningar

 

Lønarpolitikkur

Samtyktur á nevndarfundi tann 27. februar 2025, og góðkendur á umboðsráðsfundi tann 3. apríl 2025

 


 

  1. Endamál

    Politikkurin ásetur stevnu og leiðreglur hjá Norðoya Sparikassa um løn, pensjónspolitikk og leiðreglur fyri, hvussu fráfaringarsamsýning verður latin.

    Lønarpolitikkurin verður lagdur fram fyri umboðsráðnum, eftir at nevndin hevur samtykt hann.

     

  2. Lønarpolitikkur

Politikkur viðvíkjandi løn og pensjón og leiðreglur fyri pensjónspolitikk og fráfaringarsamsýning fyri nevnd, stjórn, starvsfólk, hvørs virksemi hevur stóra ávirkan á váðaprofilin hjá Norðoya Sparikassa (týðandi váðatakarar) og fólk í eftirlitsstørvum hjá Norðoya Sparikassa.

Lønarpolitikkurin miðar eftir at reka lønarpolitikk og lønarsiðvenju, sum samsvarar við og stimbrar sunna og effektiva váðastýring í Norðoya Sparikassa.

Lønarpolitikkurin í sparikassanum skal vera kynsóheftur. Sparikassin skal tryggja, at starvsfólk uttan mun til kyn, fáa somu løn fyri sama arbeiði ella arbeiði av sama virði.

 

Nevnd

Variablir lønarpartar verða ikki goldnir nevnd, hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur (optiónir), pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

Nevndarlimirnir fáa eina fasta samsýning.

 

Stjórn

Variablir lønarpartar verða ikki goldnir stjórn, hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur (optiónir), pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

Setanartreytir, herundir fráðfaringartreytir, eru sambært galdandi siðvenju á økinum. Stjórn hevur frían bil og telefon.

 

Týðandi váðatakarar

Variablir lønarpartar verða ikki goldnir starvsfólki , hvørs virksemi hevur stóra ávirkan á váðaprofilin hjá Norðoya Sparikassa (týðandi váðatakarar), hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur, pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

Umframt nevnd og stórn hevur sparikassin eyðmerkt hesar funktiónir sum týðandi váðatakarar:

  • fíggjarleiðaran

Starvsfólk í eftirlitsstørvum

Variablir lønarpartar verða ikki goldnir starvsfólki , sum hava um hendi eftirlitsvirksemi, hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur, pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

 

Onnur starvsfólk

Variablir lønarpartar verða ikki goldnir starvsfólki annars í sparikassanum, hvørki sum løn, partabrøv, ábyrgdarfæ, forkeypsrættur, pensjón ella onnur samsvarandi skipan.

 

Sáttmálasett starvsfólk

Sáttmálasett starvsfólk vera lønt sambært sáttmála.

Fráfaringarsamsýningar og eftirlønarskipanir, sum ikki eru partur av sáttmála ella sum liggja uttanfyri avmarkingarnar í lóggávuni, vera ikki goldnar starvsfólki í sparikassanum.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost