Visjón, missión og virði
VISJÓN
Vit vilja vera kend sum ein nærverandi og álitisvekjandi peningastovnur, sum ábyrgdarfult gevur sítt íkast til okkara felags samfelag.
MISSIÓN
Norðoya Sparikassi er ein sjálveigandi sparikassi, sum skal gera mun í føroyska samfelagnum við at veita fíggjarligar tænastur til privat og vinnurekandi. Norðoya Sparikassi vil vera við til at styrkja møguleikan at búgva og virka í egnum nærumhvørvi.
VIRÐI
Nærleiki
Er har fyri kundan, har sum kundin er, og tá ið kundin hevur brúk fyri okkum.
Virðing
Gevur eina støðugt góða tænastu, sum samstundis livir upp til sparikassans virkisgrundarlag og virðir tað einstaka menniskjað.
Sjónlig
Aktivt samskiftir sína missión soleiðis, at hon er sjónlig fyri kundum, sæst aftur á bygningum, á heimasíðu og øllum átøkum annars.
Menning
Arbeiðir støðugt við at førleikamenna øll starvsfólk, og leiðslan vísir veg og samskiftir við øll starvsfólk og viðurkennir úrslit.