
Spar saman, so peningarúgvan veksur
Tað er altíð gott at hava eina samansparing. Tað kann vera til óvæntaðar útreiðslur ella eina feriu. Í Norðoya Sparikassa kanst tú spara saman á tann hátt, ið hóskar tær best.

Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú brúka eitt persónligt loyniorð. Tú verður biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Tíðindi

20.03.2025
Umboðsráðsfundur 2025
Umboðsráðsfundurin hjá Norðoya Sparikassa verður hósdagin 3. apríl 2025 kl. 17.00 á Klaksvíkar Sjómansheimi.

19.03.2025
Norðoya Sparikassi 48 milliónir í avlopi í 2024
Úrslitið eftir skatt í 2024 var eitt avlop upp á 47,9 mió. kr. samanborið við 38,7 mió. kr. árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá lægri niðurskrivingum og øktum rentuinntøkum.