
Grønt bústaðarlán
Hevur tú bústað við grønari orkuskipan, t.d. jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bílig loysn. Við Grøna bústaðarláninum fært tú lægri rentu enn við vanliga Bústaðarláninum.

Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú brúka eitt persónligt loyniorð. Tú verður biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Tíðindi

Freistir fyri flytingar fyri Kristi himmalferðardag
Hósdagur 29. mai er Kristi himmalferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar flytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyastevnu
Fríggjadagin 30. mai kl. 14.00-16.00 verður hugnaligt tiltak á parkeringsøkinum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin.