Burðardyggar íløgur

Avkastið hevur týdning, tá vit gera íløgur. Tó ynskja vit í Norðoya Sparikassa eisini at vísa samfelagstilvit og harvið taka ábyrgd.
Tí hava vit, í samstarvi við BankInvest, gjørt tað møguligt at keypa burðardyggar íløgur.

Burðardyggar íløgur eru íløgur í burðardyggar fyritøkur, ið liva upp til altjóða ásetingar um burðardygd (ESG). Tað vil siga burðardyggar íløgur, ið taka hædd fyri umhvørvis-, samfelags- og leiðslukrøvum. 

Les meira um burðardyggar íløgur hjá BankInvest her.

Okkara samstarvsfelagi BankInvest hevur ment eina síðu við kunning um, hvønn mun tú kanst gera fyri bæði avkast og okkara felags framtíð við at gera íløgur í burðardygg virðisbrøv.

Harumframt er eisini ein roknari, ið vísir væntað framtíðar-avkast av burðardyggum virðisbrøvum.

Vitja síðuna her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost