Norðýsið skrivaði í 1917, at nógv fólk høvdu ríkiligt av pengum, og at stundin var komin at stovna ein lokalan sparikassa, so pengar ikki vórðu søplaðir burtur.

Olaf á Stongunum fór til S. P. Zachariasen og spurdi, um teir ikki skuldu geva eitt blað út. Tað gjørdist Norðlýsið, fyrsta føroyska lokalblaðið. Blaðið eggjaði fólkinum at taka undir við einum sparikassa í Norðoyggjum. 

23. februar 1919 stóð hesin stutti tíðindastubbin í Norðlýsinum um, at avgerð var tikin um at stovna sparikassa í Klaksvík. 

5. september 1919 stóð kunngerð í Norðlýsinum um, at Norðoya Sparikassi byrjaði sítt virksemi 1. oktober. Men av tí at 1. oktober var mikudagur, gjørdist leygardagurin 4. oktober fyrsti sparikassadagur norðoyinga. Avgerð var tikin frammanundan, at sparikassin bara skuldi vera opin leygardagar. 

Tummas Juul Petersen bleiv fyrsti ábyrgdari og fekk sparikassabók nummar 1

Tummas Juul Petersen átti ta fyrstu sparikassabókina í Norðoya Sparikassa.             Mynd: Norðoya Sparikassi

Jógvan Zachariasen fekk sparikassabók nummar 2

Olaf Olsen fekk sparikassabók nummar 3

Joen F. Kjølbro fekk sparikassabók nummar 4

Símun Petur Zachariasen fekk sparikassabók nummar 5

Norðoya Sparikassi helt fyrstu tíðina til í sýslumanshúsinum úti í Klaksvík. Tey síggjast miðskeiðis á myndini við hvítari grund og hvítum vindeygum. Postkort, 1926

Tá ein tíð var farin, flutti avgreiðslan heim í Víkarnar, har sparikassin húsaðist í kjallaranum í Hvíthúsi. Í 1925, tá nýggjur skúli varð tikin í nýtslu, flutti sparikassin í tann gamla skúlan. Mynd: Anders Peter Hansen, 1911

11. juni 1928 var grundsteinurin lagdur til fyrsta bygningin hjá Norðoya Sparikassa. Seinni sama ár varð bygningurin liðugur. Mynd: Norðoya Sparikassi

Inni í gamla sparikassanum. Standandi við diskin: Julius Biskopstø, kassameistari.  Sitandi: Magnus Joensen, skrivstovumaður. Mynd: Norðoya Sparikassi

Klaksvík í 1931. Myndin er tikin á sumri í hoyna.  Sparikassin sæst nakað miðskeiðis á myndini. Mynd: Tjóðsavnið 

Seinnapartin í 1930-unum. Frá vinstru: Betesda, húsini hjá Eliesari Poulsen, við bókhandli í neðra, hjá Havna-Palla, hjá Magnisu og sparikassin. Mynd: Tjóðsavnið

Mynd av tí niðasta av Ziskatrøð, tikin av Fornagørðum tíðliga í 1930-unum. Mynd: Tjóðsavnið

Klaksvík í 1939. Mynd: Tjóðsavnið

Til 1951 helt sparikassin til í ferhyrnta gróthúsinum til vinstru. Í 1948 varð samtykt at byggja uppí henda bygningin. Í 1971 gjørdist greitt, at neyðugt var at fáa til vega tíðarhóskandi húsarúmd. Gamla telefonhúsið frá 1933 vestan fyrisparikassan stóð óbrúkt, og sparikassin keypti tí húsið og grundøkið, tók húsið niður og bygdi út.  Dreingirnir eru vinstrumegin frá: Hans Sivertsen, Karl Gudmund Henriksen, Álvur Josephsen Louis Jacobsen og brøðurnir Jógvan Esmar, Magne Christoffer og Jóan Hendrik Ósa. Mynd: Norðoya Sparikassi

Sparikassin eftir útbyggingina  í 1971. Mynd: Norðoya Sparikassi 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost