Billán

Tað kann vera ein góð fíggjarlig avgerð at skifta bilin út, áðrenn bilurin nær tann aldurin, tá hann krevur ábøtur. Ein nýggjur bilur er tryggari, meira álítandi og umhvørvisvinarligur.

Fyrimunir

Við einum billáni kanst tú keypa nýggjan bil, brúktan bil ella húsvogn. Keypir tú nýggjan bil, kann áramálið á láninum vera upp til 7 ár.

Um billán

Tað eru nógvar útreiðslur av bæði at keypa og eiga bil. Áðrenn vit bjóða tær billán, hyggja vit at fíggjarviðurskiftum tínum. Á tann hátt koma vit fram til, hvussu nógv tú kanst læna og gjalda um mánaðin.

Renta og treytir

Rentan verður ásett eftir útgjaldinum á bilinum, sí annars rentuyvirlit.

Vanliga verður tú biðin um at seta bilin sum trygd fyri lánið.

Skalt tú hava billán, mást tú vera 18 ár, og fíggjarviðurskifti tíni skulu vera góð.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost