Hvør er Silvi?

Saman við mammu og pápa sínum býr Silvi í Oyravík, sum liggur inni í Oyrafjalli. Oyrafjall er jú opið innan, og har eru stórar víddir. Um dagin er ljóst inni í fjallinum, tí sólin skínur niður gjøgnum vøtnini, ið eru oman á fjallinum. Stjørnur og máni síggjast gjøgnum fjallaloftið um náttina, men tá ið tú gongur uppi á fjallinum, er hetta sum eitt vanligt fjall við vallaðum lendi, gróti o.ø. Eingin uttan tey, ið búgva í Oyravík vita, hvussu tú sleppur út og inn.

Mamma Silva eitur Fima. Hon er webdesignari og ger heimasíður o.a., og pápin Haruper er bakari. Omma og abbi Silva búgva í vitanum í Oyravík og eiga hundin Snar. Omma Silva eitur Malena, og hon elskar, tá ið Silvi kemur at vitja, tí hann hevur altíð okkurt stuttligt at siga frá. Silvi upplivir so nógv, at hann og omman kunnu sita og práta í fleiri tímar um tey mongu ævintýr, Silvi hevur verið á. Omma Silva veit eisini nógvar góðar og spennandi søgur, og so dámar teimum eisini sera væl at spæla kort, serliga ”Olsen, Olsen”. Abbin er vitameistari og eitur Andrias. Andrias dugir so nógv. Hann elskar at skrúva, ganga langar túrar við Snari og so dámar honum sera væl at byggja modellskip.

Silvi hevur nógv børn at spæla við, men best dámar honum, tá ið systkinabarnið Sólja kemur at vitja. Sólja er so ring at flenna, og oftani veit Silvi als ikki, hvørjum hon flennur at. Sólja hevur hár sum gull og snjóhvítar tenn, men lat teg ikki lumpa, tí Sólja kann eisini vera snild!


Silvakonta

Silvakonta er ein góð byrjan.

Les meira

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost