
Burðardyggar íløgur
Avkastið hevur týdning, tá vit gera íløgur. Tó ynskja vit í Norðoya Sparikassa eisini at vísa samfelagstilvit og harvið taka ábyrgd.
Tí hava vit, í samstarvi við BankInvest, gjørt tað møguligt at keypa burðardyggar íløgur.
Burðardyggar íløgur eru íløgur í burðardyggar fyritøkur, ið liva upp til altjóða ásetingar um burðardygd (ESG). Tað vil siga burðardyggar íløgur, ið taka hædd fyri umhvørvis-, samfelags- og leiðslukrøvum.
Les meira um burðardyggar íløgur hjá BankInvest her.