Bústaðarkonta
Bústaðarkonta er ein samansparingarkonta til kundar, ið ynskja at spara saman til egnan bústað.
Peningur á bústaðarkontu skal nýtast til egnan bústað og kann m.a. ikki nýtast til summarhús.
Peningur á bústaðarkontu kann nýtast til:
- Sethúsa- og íbúðarbygging
- Keyp av sethúsum, íbúð ella grundstykki
- Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
Mest loyvda upphædd er 500.000 kr.
Eingin uppsagnartíð og kontan er ikki tíðarbundin.
Tó kann sparikassin í serligum førum broyta kontu til vanliga kontu, um peningur á bústaðarkontu ikki hevur verið brúktur í longri tíð, og ikki kann væntast at verða brúktur til bústaðarendamál framyvir.
Rentan er broytilig og er í løtuni 0,75 % p.a.
Um peningur ikki verður nýttur til bústaðarendamál, skal renta gjaldast aftur til sparikassan.