Burðardygd

Alt samfelagið er í eini skiftistíð, har vit flyta okkum ímóti varandi orkukeldum og burðardyggum loysnum.

Norðoya Sparikassi vil vera við til at hjálpa tær at velja burðardyggar loysnir. Tískil hava vit, við at veita eina lagaligari rentu, gjørt tað bíligari hjá tær at velja burðardygt.

Fá størri fíggjarligt frælsi við at velja burðardygt.
Lániroknari
Royn okkara lániroknara, ið vísir, hvussu nógv tú kanst spara við at leggja um til varandi orku.

 

Grønt bústaðarlán

Hevur tú bústað við grønari orkuskipan, t.d. jarðhita, fjarhita ella hitapumpu, er Grøna bústaðarlánið ein góð og bílig loysn. Við Grøna bústaðarláninum fært tú lægri rentu enn við vanliga Bústaðarláninum.

Les meira
Orkulán

Skalt tú gera orkuberandi og umhvørvisvinarligar íløgur í tín bústað, kunnu vit bjóða tær Orkulán, ið hevur lægri rentu enn vanliga Bústaðarlánið.

Lán til elbil

Skalt tú keypa nýggjan bil?
Vit kunnu bjóða tær lán til elbil, har tú fært eina lægri rentu enn á vanliga billáninum.          

Burðardyggar íløgur

Ynskir tú, at tínar íløgur skula vera burðardyggar? Norðoya Sparikassi samstarvar við BankInvest, sum bjóðar burðardyggar íløgur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost