Gerst ábyrgdari

Øll kunnu gerast ábyrgdarar í Norðoya Sparikassa við at gjalda inn í minsta lagi kr. 1.000 í ábyrgdarpeningi.

Sparikassans politikkur er, at tann árliga rentan á ábyrgdarpeningi verður 5 %. Ábyrgdarpeningur er váðafúsur peningur og ikki fevndur av innskjótaratrygd.

Sum ábyrgdari fært tú ávirkan á, hvør myndar umboðsráðið, sum er hægsti myndugleiki sparikassans.

Ábyrgdarvalið verður frá 27. februar til 10. mars 2023. Myndugir ábyrgdarar hava valrætt til ábyrgdarvalið.
Tekna teg sum ábyrgdara í seinasta lagi fríggjadagin 27. januar 2023, og tú kanst vera við til ábyrgdaravalið 2023.

Les meira um Ábyrgdaravalið 2023 her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost