Inngangur

Treytirnar eru galdandi fyri atgongd til og nýtslu av funkunum á Young Money-appini.
Harumframt eru vanligu viðskiftatreytirnar fyri privatkundar hjá Norðoya Sparikassa galdandi.

2. Málbólkur fyri Young Money-appina

Young Money er ein app til børn og ung frá og við 7 ár til og við 17 ár og foreldur/verja teirra.
Fyri at kunna brúka appina skulu hesar treytir vera loknar:

  • Foreldur/verji og barn eru kundi í Norðoya Sparikassa
  • Foreldur/verji er skrásett sum foreldur/verji hjá barninum í Norðoya Sparikassa
  • Foreldur/verji hevur fulltrú at ráða yvir kontunum hjá barninum í netbankanum hjá Norðoya Sparikassa
  • Barnið er frá og við 7 ár til og við 17 ár
  • Foreldur/verji og barn hava kontu, sum kann brúkast á Young Money-appini

Henda broytingar í treytunum, sum eru nevndar omanfyri, kunnu funkurnar á appini ikki longur brúkast.

Henda broytingar í foreldramyndugleikanum, hava foreldur við brúkaraatgongd skyldu at kunna Norðoya Sparikassa.

3. Innihald á Young Money-appini

Young Money-appin gevur atgongd til:

  • Brúkaraatgongd til foreldur/verja
  • Brúkaraatgongd til barn.

Funkurnar verða leypandi víðkaðar. Tær grundleggjandi funkurnar eru:

Barn:

  • Fáa lummapengar
  • Síggja saldu á kontuni og fylgja við nýtsluni
  • Biðja foreldur/verja um pengar
  • Stovna og fylgja sínum uppsparingarmálum
  • Fáa uppgávur frá foreldri/verja
  • Skjóta upp uppgávur fyri foreldri/verja.


Foreldur/verji:

• Fylgja við nýtslu og uppsparingarmálum hjá barninum
• Flyta barninum pengar
• Stovna barninum uppgávur
• Stovna fasta lummapengaflyting.

Mál og funkur eru lagað eftir aldri og leikluti hjá brúkaranum. Tað merkir, at munur kann vera á, hvørjar funkur brúkararnir hava atgongd til.
Tá pengar eru fluttir á kontuna hjá barninum, kann foreldur/verji ikki taka upphæddina aftur.

4. Kostnaður

Tað er ókeypis at stovna og brúka Young Money-appina.

5. Umsiting hjá foreldri/verja

Bert eitt foreldur/verji kann knýta barnið at Young Money-appini.
Bæði foreldur/verjar kunnu tó brúka funkurnar í loysnini, um treytirnar í parti 2 eru loknar.

6. Atgongd, nýtsla og trygd í Young Money-appini
  •  Fyri at fáa atgongd til Young Money-appina krevst ein snildfon ella teldil við internetsambandi
  • Appin kann takast niður av App Store ella Google Play
  • Foreldur/verji skal góðtaka treytirnar fyri Young Money og síðan rita inn á Young Money-appina við Samleikanum. Harnæst skal foreldur/verji velja eitt persónligt loynital
  • Barnið skal við sínari snildfon skanna eina QR-kotu á appini hjá foreldr¬i/verja og stovna sítt egna loynital at rita inn á appina við
  • Foreldur/verji kann velja nýtt loynital á sínari Young Money-app, um barnið gloymir loynitalið
  • Loynitalið er persónligt og má ikki latast øðrum enn barninum. Loynitalið má ikki skrivast niður

Foreldur/verji og barn kunnu velja at brúka andlitslesara ella fingramerki at rita inn við.

7. Kontur hjá barninum

Fyri at kunna brúka Young Money-appina skal barnið hava í minsta lagi eina kontu í peningastovninum.
Foreldur/verji kann velja, hvørjar kontur hjá barninum, barnið kann síggja á Young Money-appini.
Foreldur/verji velur, hvør konta hjá barninum skal vera høvuðsgjaldskonta millum foreldur/verja og barnið á Young Money-appini.
Bert tær kontur, sum foreldur/verji hevur ræðisrætt til í netbankanum hjá Norðoya Sparikassa , verða vístar.
Barnið sær innistandandi upphædd og seinastu konturørslur á sínum kontum. Harumframt kann barnið stovna, broyta og strika uppsparingarmál á uppsparingarkontuni.
Foreldur/verji sær kontur, konturørslur og uppsparingarmál hjá barninum á síni útgávu av appini.
Foreldur/verji fær nágreiniligar kontuupplýsingar í sínum netbanka. Nágreiniligar upplýsingar verða ikki vístar á Young Money-appini.
Er barnið 13 ár og hevur Samleikan, kann barnið fáa atgongd til netbanka hjá Norðoya Sparikassa og har fáa atgongd til nágreiniligar kontuupplýsingar, um foreldur/verji skriva undir avtalu um hetta.

8. Kontur hjá foreldri/verja á Young Money-appini

Egnar kontur hjá foreldr¬i/verja verða vístar á Young Money-appini.
Foreldur/verji velur, hvør konta skal vera gjaldskonta millum foreldur og barn á Young Money-appini.
Valda kontan verður kontan, sum lummapengar og pengar fyri lidnar uppgávur verða tiknir av.

9. Broyting av treytum

Norðoya Sparikassi kann broyta treytirnar uttan ávaring, um broytingarnar ikki eru til bága fyri brúkaran.
Í øðrum førum verða treytirnar broyttar við tveimum mánaða ávaring.
Foreldur/verji fær boð talgilt ella skrivliga um at góðtaka broyttu treytirnar við Samleikanum, fyrstu ferð ritað verður inn, eftir at broytingarnar eru komnar í gildi.

10. Uppsøgn og endi

Bæði foreldur/verji og barn kunnu strika appina beinleiðis á snildfonini.
Avtalan um Young Money kann til eina og hvørja tíð og uttan ávaring slítast.
Konta og kort kunnu sigast upp í samsvari við vanligu viðskiftatreytirnar hjá Norðoya Sparikassa .
At avtalan endar hevur við sær, at barnið ikki longur hevur atgongd til funkurnar á Young Money-appini.
Avtalan endar sjálvvirkandi, tá barnið fyllir 18 ár.
Atgongdin til Young Money steðgar beinanvegin, um Norðoya Sparikassi hevur illgruna um, at funkurnar verða misnýttar, hevur illgruna um aðrar trygdarhóttanir, ella um foreldur/verji ikki heldur sínar skyldur mótvegis Norðoya Sparikassa .

11. Úrtak úr verjumálslógini

§ 1. 2) Børn og unge under 18 år, der ikke har indgået ægteskab, er mindreårige og dermed umyndige. Unge under 18 år, der har indgået ægteskab, er dog mindreårige og dermed umyndige, hvis Familjufyrisitingin ved tilladelsen til ægteskabet har fastsat vilkår herom.
Stk. 2. Mindreårige kan ikke selv forpligte sig ved retshandler eller råde over deres formue, medmindre andet er bestemt.
Stk. 3. For så vidt ikke andet særlig er bestemt, handler værgerne på den mindreåriges vegne i økonomiske anliggender.

§ 25. Værgen skal sørge for, at formuen bevares og giver rimeligt udbytte.
Stk. 2. 2) Værgen skal sørge for, at indtægterne anvendes til gavn for den, der er under værgemål. Forældre kan som værger anvende barnets indtægter til dets underhold i passende omfang og under hensyntagen til deres og barnets stilling, jf. § 2, stk. 3, i lov om forældremyndighed og samvær, som sat i kraft for Færøerne ved anordning nr. 228 af 15. marts 2007. Er indtægterne ikke tilstrækkelige, kan værgen under hensyn til værgemålets karakter bruge af formuen i passende omfang med Familjufyrisitingarinnar godkendelse, jf. § 39.
Stk. 3. Hvis værgen finder det forsvarligt, at den, der er under værgemål, sørger for sine egne behov, kan værgen overlade denne penge til egen rådighed til dette formål.

§ 42. Umyndige råder selv over,
1) hvad de har erhvervet ved eget arbejde, efter at de er fyldt 15 år, eller efter at de er frataget den retlige handleevne,
2) hvad de har fået til fri rådighed som gave eller som friarv ved testamente, og
3) hvad værgen har overladt dem efter § 25, stk. 3.
Stk. 2. Rådigheden omfatter også indtægter af det erhvervede, og hvad der træder i stedet herfor. Den medfører ikke adgang til at påtage sig gældsforpligtelser.
Stk. 3. 2) Værgen kan med Familjufyrisitingarinnar godkendelse fratage den umyndige rådigheden, hvis det er nødvendigt af hensyn til dennes velfærd.

§ 43. 2) Værgen for en umyndig, der er fyldt 15 år, kan med Familjufyrisitingarinnar godkendelse tillade, at denne på egen hånd udøver næring eller anden virksomhed.
Stk. 2. En umyndig, der har tilladelse til at udøve næring eller virksomhed, kan på egen hånd indgå de retshandler, som falder inden for virksomhedens område.
Stk. 3. 2) Værgen kan med Familjufyrisitingarinnar godkendelse tilbagekalde tilladelsen. Tilbagekaldelsen får kun virkning for tredjemand, hvis denne kendte eller burde kende den.