Góð ráð um kort

Hvørjum gjaldoyra skal eg gjalda við á ferðini?

Tá ið tú brúkar kortið uttanlands – í handlum, á matstovum ella í sjálvtøkum – kanst tú ofta velja, um tú vilt gjalda í donskum krónum ella í lokalum gjaldoyra. Hóast tað kann tykjast lættari at velja danskar krónur, er tað sum oftast bíligari at velja lokalt gjaldoyra.

Hví er lokalt gjaldoyra betri?

Velur tú at gjalda í donskum krónum, er tað handilin ella gjaldsterminalurin, sum umroknar upphæddina. Tey áseta sjálvi valutakursin og kunnu eisini leggja eitt eyka gjald omaná. Hetta kann tí gerast óneyðuga kostnaðarmikið.

Dømi:

Tú keypir vørur í útlandinum fyri 100 EUR, ið svarar til uml. 745 DKK:

👉 Gjald í donskum krónum: Handilin velur kurs og kann leggja eitt gjald omaná, og tú kemur møguliga at rinda uml. 800 kr.

👉 Gjald í evrum (lokalt gjaldoyra): Kortveitarin umroknar við einum betri kursi, og tú rindar uml. 755 kr.

Kursmunurin kann vera enn størri, serliga uttan fyri Evropa.

Les meira um kort á ferðini her.