Kontaktleys gjalding

 

Við kontaktleysari gjalding kanst tú skjótt og lætt gjalda upphæddir undir kr. 225. Til ber at gjalda, uttan at kortið nertir við kortterminalin, og tær tørvar hvørki PIN-kotu ella undirskrift. Tú skalt bara halda kortið ímóti kortterminalinum. Tá ið kortterminalurin vísir OK, er í lagi, og tú fært eina kvittan.

Kontaktleys kort kunnu brúkast í handlum, sum hava kortterminalar til hetta.

 

Í mesta lagi 225 kr.

Kontaktleys gjalding kann brúkast til at gjalda upphæddir upp til kr. 225. Skalt tú gjalda upphæddir yvir kr. 225, mást tú brúka PIN-kotu.

Sama hvussu nógvan pening talan er um, ger tú sjálv/ur av, um tú vilt brúka kontaktleysa gjalding, ella um tú rindar við flís/undirskrift sum vanligt.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost