
Ver varin við teldubrøvum
Ver varin við teldubrøvum, ið biðja teg trýsta á leinkir
Tú skalt ikki svara teldubrøvum frá peningastovni, um tað í hesum brøvum eru viðheft leinki, ið biðja teg um tínar persónligu upplýsingar, herundir eisini kort-upplýsingar. Ein peningastovnur vil ongantíð senda tær eina slíka áheitan. Ver yvirhøvur varin við at senda tínar persónligu upplýsingar umvegis vanligt bræv. Tað svarar til, at tú sendir upplýsingarnar við vanligum postkorti.
Vinaliga
Norðoya Sparikassi