Fá bókina Norðoya Sparikassi 100 ár

Bókin Norðoya Sparikassi 100 ár - Vegurin til vøkstur og vælferð - fæst ókeypis á øllum deildum okkara.

Í bókini um Norðoya Sparikassa, sum Helgi Jacobsen, rithøvundur, hevur skrivað, verður stórur dentur lagdur á at lýsa byrjanina og undirtøkuna tey fyrstu árini. Tíðin undir og beint eftir fyrra heimsbardaga var merkt av dýrtíð, og tað vísti seg, at serliga teir menn, ið livdu av fiskivinnu, høvdu rímiliga nógv av avlopspeningi. Teir kundu velja at hava pengarnar liggjandi við hús, teir kundu velja at gera íløgur, og teir kundu eisini velja at seta pengarnar í Færø Amts Sparekasse í Havn. Tann fjórði møguleikin var at stovna ein sparikassa í Norðoyggjum.

Teir, ið stovnaðu Norðoya Sparikassa, hava hildið, at tað var gott fyri pengarnar at seta teir í ein sparikassa. Teir hava somuleiðis hugsað, at pengarnir gagnaðu lokalsamfelagnum best, um pengarnir vórðu settir í ein sparikassa á staðnum. Hesir stovnararnir hava kortini hugsað longur fram og hava eisini havt ein víðan, vinnuligan sveip. Teir siga bókstaviliga, at varð ein sparikassi stovnaður í Norðoyggjum, fór hann at hava týdning fyri menningina av vinnulívinum.

Tá Norðoya Sparikassi í 1994 hátíðarhelt 75-ára føðingardagin, var tað ein klaksvíkingur, ið nevndi, at sparikassin var krumtappurin í Norðoyggjum. Ein annar tók tráðin upp og helt fyri, at sjálvandi var krumtappurin á einum motori týdningarmikil, men uttan innspræning nyttar hann lítið. Hann sipaði til, at grundarlagið undir einum peningastovni var, at fólkið stuðlaði honum og setti sín pening inn har.

Í tilgongdini at skriva søguna hjá Norðoya Sparikassa hildu vit tað tí vera áhugavert eisini at hyggja at nøkrum av teimum fyribrigdum og søguligu hendingum, ið førdu til, at okkara samfelag flutti seg frá at vera eitt nærum peningaleyst samfelag, har tænastur vóru goldnar í vørum, til tað peningarensl, vit seinni fingu, og sum vit í bókini kalla fyri vegin til peningaligt frælsi. Hugtakið leggur navn til undirheitið á bókini, Vegurin til vøkstur og vælferð. Tann tilgongdin tók fleiri hundrað ár, og á hesi leiðini fram móti peningaliga frælsinum hava vit gjørt eina roynd at lýsa nakrar av teimum tættum, sum hava flutt samfelagið framá.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost