Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund
Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 30. apríl 2020.
Ársfrásøgnin fyri 2019 varð framløgd og góðkend.
Nevndarval var eisini á skránni. Karl Heri Joensen og Frimodt Rasmussen stóðu fyri vali og báðir vórðu afturvaldir. John P. Danielsen fór úr nevndini vegna aldur sambært viðtøkum sparikassans, og Jóannes Hansen ynskti at taka seg úr nevndini. Harafturat fór Eyðun Kjølbro úr nevndini fyrr í ár.
Nýggju nevndarlimirnir eru Símun Absalonsen, Rúni Heinesen og Jóanis Erik Køtlum.
Umframt umboðsráðsvaldu nevndarlimirnar hevur sparikassin trý starvsfólkavald umboð, sum stóðu fyri vali í ár. Janus Joensen tók ikki við afturvali og Jørmund Foldbo er nýtt starvsfólkavalt umboð.
Eftir fundin skipaði nevndin seg við Símun Absalonsen sum formanni og Jóanis Erik Køtlum sum næstformanni.
Í nevndini sita nú:
Símun Absalonsen, formaður
Jóanes Erik Køtlum, næstformaður
Karl Heri Joensen, nevndarlimur
Frimodt Rasmussen, nevndarlimur
Súsanna Olsen, nevndarlimur
Rúni Heinesen, nevndarlimur
Guðrið Lava Olsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Tummas Martin Sólsker, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Jørmund Foldbo, starvsfólkavaldur nevndarlimur