Norðoya Sparikassi broytir rentur 1. september 2020
Við tí endamáli at tillaga rakstur sparikassans til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini komandi árini, verða ávísar rentur á innlánum og útlánum broyttar í næstum.
Allir privatkundar kunnu hava vanlig innlán fyri tilsamans 500.000 kr., áðrenn negativ renta verður roknað. Tó kunnu privatkundar, sum hava í minsta lagi 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, hava vanlig innlán fyri tilsamans 1.000.000 kr., áðrenn negativ renta verður roknað. Eftirlønir og innlán hjá børnum og ungum eru ikki umfataði av negativum rentum.
Framyvir bjóðar sparikassin ikki innlán við 3 mðr. uppsøgn. Øll innlán við 3 mðr. uppsøgn verða broytt til vanlig innlán.
Fyri vinnukundar merkja broytingarnar, at øll innlán verða rentaði við -0,75 %.
Nýggju innlánsrenturnar síggjast í talvuni niðanfyri:
Kundar | Innlán | Innlán tilsamans | Nýggj renta |
Privatkundar | Vanlig innlán |
< 500.000 kr. > 500.000 kr. |
0,00 % p.a. -0,75 % p.a. |
Privatkundar (ábyrgdarar)* | Vanlig innlán |
< 1.000.000 kr. > 1.000.000 kr. |
0,00 % p.a. -0,75 % p.a. |
Vinnukundar |
Folio og kredittir | > 0 kr. | -0,75 % p.a. |
*Í minsta lagi 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi
Harumframt hækka ávísar útlánsrentur við upp til 0,5 %-stigum.
Broytingarnar fáa gildi frá 1. september 2020. Rentuyvirlit verður dagført á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.
NORÐOYA SPARIKASSI