Kunning um MasterCard-ferðatryggingar í sambandi við koronavirusið
Í sambandi við, at koronavirusið ger um seg, verður fyrst og fremst mælt til, at tú kunnar teg um støðuna í økinum og landinum, tú skalt ferðast til. Tað gert tú hjá danska uttanríkismálaráðnum her. Eisini verður mælt til, at tú skrásetir teg á danskaralistanum, tá tú ferðast uttanlands. Tað gert tú her.
Danskaralistin gevur danska uttanríkismálaráðnum møguleika at seta seg í samband við teg ella senda tær týdningarmikla kunning á ferðini.
Soleiðis ert tú tryggjað/ur við MasterCard
Hevur tú bílagt eina ferð til eitt øki ella land, sum danska uttanríkisráðið mælir frá at ferðast til, ert tú tryggjað/ur, um tú hevur eitt MasterCard, ið fevnir um avlýsing av ferðum.
Seinkað heimferð orsakað av koronavirusi
Verður heimferðin seinkað orsakað av, at tú verður sett/ur í karantenu á ferðini, og tú ert sjúk/ur, er heimferðin tryggjað, um tú hevur eitt MasterCard Gull ella MasterCard Platinum.
Verður tú sett/ur í karantenu uttan at vera sjúk/ur, er heimferðin ikki tryggjað.
Mist inntøka í sambandi við karantenu á ferðini
MasterCard-tryggingarnar fevna ikki um mista inntøku í sambandi við karantenu.
Meira kunning um MasterCard-ferðatryggingar og koronavirus sæst her.
Her kanst tú síggja tryggingartreytirnar fyri MasterCard-kortini.
Fráboðan til MasterCard-ferðatrygging kann heintast her og skal sendast til rejse@privatsikring.dk.
Hevur tú tørv á bráðfeingishjálp, skalt tú seta teg í samband við:
SOS International A/S
Nitivej 6
DK-2000 Frederiksberg
Danmark
Telefon: +45 70 10 50 50 – svarar alt samdøgrið
e-mail: sos@sos.dk