Samleikin tikin í nýtslu
Samleikin kann brúkast til netbankan í 2021
Føroysku peningastovnarnir hava stuðlað menningini av nýggja talgilda Samleikanum og fegnast tí um, at Samleikin nú er klárur at taka í nýtslu. Við Samleikanum fáa føroyingar eina talgilda innritan og undirskrift, ið kann brúkast til at avgreiða ymisk persónlig viðurskifti trygt og lætt.
Samleikin fer eisini at kunna brúkast til at rita inn í nýggja Netbankan, sum peningastovnarnir í løtuni eru í holt við at menna. Nýggi Netbankin verður væntandi klárur at taka í nýtslu tíðliga í 2021. Inntil nýggi Netbankin er tøkur, skulu kundar í føroysku peningastovnunum rita inn í Netbankan sum vant. Vit mæla tó okkara kundum til at útvega sær og brúka Samleikan til aðrar tænastur longu nú.
Tú kanst lesa meira um Samleikan her
Vinarligast
Norðoya Sparikassi