Rentan á ábyrgdarpeningi verður 3% fyri 2020

Rentan á ábyrgdarpeningi verður 3% fyri 2020, rentupolitikkurin frameftir verður óbroyttur 4%.

Umboðsráðið í Norðoya Sparikassa samtykti á árliga umboðsráðsfundinum 15. apríl 2021 at rinda rentu uppá 3% fyri ábyrgdarapeningin fyri 2020.

Sparikassin hevur ein rentupolitikk viðvíkjandi ábyrgdarpeningi, har nevndin sigur, hvørja rentu ætlanin er at hava fyri ábyrgdarpening frameftir. Endaliga rentan verður tó ásett árliga á vanliga umboðsráðsfundinum fyri undanfarna árið. Í galdandi rentupolitikki er ásett 4% í rentu.

Renta av ábyrgdarpeningi verður av myndugleikunum sammett við vinningsbýti hjá partafeløgum. Við atliti til møguligar búskaparligar avleiðingar av Covid-19 hevur Fíggjareftirlitið mælt peningastovnunum til fyribils at halda aftur við at rinda vinningsbýti ella rentu av ábyrgdarpeningi.

Sparikassin hevur tikið hetta til eftirtektar, og árligi umboðsráðsfundurin 15. apríl 2021 samtykti at rinda 3% í rentu av ábyrgdarpeninginum fyri 2020.

Rentupolitikkurin verður ikki broyttur. Ætlandi verður rentan 4% komandi ár.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost