Vælkomin til Silvaland

Hósdagin 4. august kl. 15:00 byrjar Silvalandið á Summar Festivalinum. Byrjað verður við skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum heim á festivaløkið.
Silvi verður við í skrúðgonguni. Eisini vitjar hann Silvalandið fríggjadagin kl. 16:30 og leygardagin kl. 18:00, tá vinnarin av Silvakappingini eisini verður kunngjørdur.

Í tríggjar dagar bjóðar Silvalandið børnum í øllum aldri spennandi og gott undirhald við eitt nú við hoppiborgum, bóltum, spæliplássi til smábørn, andlitsmáling, teknistovu, ballónrúmum og mangt annað.

Hvønn dag á festivalinum verður sangur, tónleikur og undirhald á pallinum.

Silvakapping

Í Silvalandinum hava vit eina kapping, har tú hevur møguleikan at vinna ein iPad. Tað ræður um at gita rætt. Tú kanst gita eina ferð hvønn dag, og drigið verður leygardagin 6. august kl. 18:00. Kom í Silvalandið og ver við í kappingini!

Silvi gleðir seg at síggja nógv børn í Silvalandinum.

Les meira um Silvalandið og síggj skránna her.