Norðoya Sparikassi hækkar renturnar

Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin hækkaðu enn einaferð leiðandi rentuna tann 27. juli 2023, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini.

Útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum og innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.

Broytingarnar koma í gildi tann 20. septembur 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

NORÐOYA SPARIKASSI

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost