Góð ráð fyri at sleppa undan sviki

Vit hoyra í løtuni um nógvar royndir at svika pening frá fólki við sokallaðum phishing-boðum á sosialu miðlunum. 

Góð ráð:

  • Vís varsemi viðvíkjandi følskum teldupostum og heimasíðum (kanna t.d. bústað)
  • Vís varsemi við at trýsta á leinki, ið tú ikki kennist við
  • Deil ikki tínar gjaldkort-upplýsingar við onnur
  • Vís varsemi, um tú verður biðin um at rinda part av pakkagjaldi, sum tú ikki kennist við. Frakt er altíð goldin áðrenn saman við vøruni
  • Hevur tú mistanka um, at onnur kenna tínar gjaldkort-upplýsingar, skalt tú beinanvegin sperra kortið, antin í netbankanum ella við at seta teg í samband við peningastovnin ella NETS
  • Peningastovnurin biður teg ongantíð um tíni loyniorð til netbanka og gjaldkort

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost