Byrja tína starvsleið hjá okkum

Vit sóknast eftir næmingum - einum til høvuðsdeildina í Klaksvík og einum til deildina í Tórshavn.

Um Norðoya Sparikassa

Aðalmálið hjá Norðoya Sparikassa er at gera mun í føroyska samfelagnum við at veita fíggjarligar tænastur til privat og vinnurekandi. Vit stremba eftir at styrkja møguleikan at búgva og virka í egnum nærumhvørvi. Sparikassin ynskir at skapa virði fyri kundan, starvsfólkini og samfelagið sum heild. Dugir tú at síggja teg sjálva/n arbeiða eftir hesum aðalmálum, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Um útbúgvingina

Sum næmingur í Norðoya Sparikassa lærir tú fíggjarvinnuna at kenna og lærir at veita holla ráðgeving innan fíggjarligar tænastur. Tú fært eina góða útbúgving, sum er sett saman av dyggari ástøðiligari undirvísing og praktiskum arbeiði.

Útbúgvingin tekur 2 ár. Nakrir skúladagar eru hvørt hálvár, og farið verður til próvtøkuroyndir. Næmingurin skal í lærutíðini starvast innan øll virkisøkir hjá sparikassanum og sleppur at royna seg við fjøltáttaðum praktiskum arbeiðsuppgávum.

Um teg
  • Tú ert álitisvekjandi og hevur lætt at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Tú ert tænastusinnað/ur og hevur evnini til at skapa góð úrslit
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, sum er nógv stýrt av lógarreglum
  • Tú ert jaliga sinnað/ur fyri óvæntaðum broytingum í dagligu arbeiðsuppgávunum
  • Tú hevur miðnámsútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
Vit bjóða

Sum næmingur í Norðoya Sparikassa verður tú partur av einum sterkum toymi. Vit hava eitt óformligt arbeiðsumhvørvi, har tað fakliga, handilsliga og menniskjaliga gongur hond í hond. Við læruprógvi frá sparikassanum ert tú væl ílatin til eina framhaldandi starvsleið og fakliga menning innan fíggjarvinnuna ella til at fara undir framhaldslestur.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum FAG og YTF, galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg.

Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Kjølbro á telefon 295055 ella við at senda ein teldupost til eydunk@ns.fo.

Umsókn

Umsókn saman við skjølum kunnu sendast til okkum í telduposti til starv@ns.fo ella við vanligum posti til:

Norðoya Sparikassi
Ósávegur 1
Postboks 149
FO-710 Klaksvík

Næmingarnir byrja 1. august 2023 ella áðrenn eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 28. apríl 2023.