Freistir fyri flytingar í sambandi við Kristi himmalsferðardag

Hósdagin 18. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagin 19. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar flytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Freistir fyri flytingar, sum skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Lønarflytingar: týsdagin 16. mai kl. 15.30
  • Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: mikudagin 17. mai kl. 11.45
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: týsdagin 16. mai kl. 18.30

Til ber at gera eina skundflyting, sum móttakarin fær á kontu stutt eftir, at flytingin er gjørd. Skundflyting kann eisini brúkast, tá ið frídagar eru.

Uttanlandsflytingar

Uttanlandsflyting skal verða avgreidd í Netbankanum í seinasta lagi mikudagin 17. mai klokkan 13.00 ella sum skundflyting kl. 14.00.