Reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard verða broyttar
Tann 12. februar 2024 verða reglurnar fyri at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard broyttar. Fyri teg merkir hetta, at tú frameftir skalt nýta eitt persónligt loyniorð, tá ið tú keypir á netinum. Umframt hetta fært tú eisini sms-einnýtisloynitalið, sum verður brúkt í dag. Orsøkin til broytingina er at økja um trygdina við keypi á netinum.
Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets her. Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldkort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.
Tú kann lesa meira um at keypa trygt á netinum her.
Hvussu kemur broytingin í gildi?
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir tann 12. februar 2024. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldkortið fer annars at rigga sum vant.Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets her. Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldkort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.
Tú kann lesa meira um at keypa trygt á netinum her.