Rentulækking í Norðoya Sparikassa
Eftir at Tjóðbankin fyrr í hesum mánaðinum lækkaði leiðandi rentuna við 0,25 %-stigum, lækkar Norðoya Sparikassi eisini renturnar.
Útlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Innlánsrentan á kontum við uppsøgn verða óbroyttar, meðan innlánsrentan á kontum uttan uppsøgn lækka við upp til 0,25 %-stigum.
Broytingarnar koma í gildi tann 26. juli 2024.
Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
NORÐOYA SPARIKASSI