Norðoya Sparikassi havt árligan umboðsráðsfund

Árligi umboðsráðsfundurin hjá sparikassanum var hósdagin 21. mars 2024.

Ársfrásøgnin fyri 2023 varð góðkend og sæst her. Samtykt var at renta ábyrgdarpeningin fyri 2023 við 5 %.

Nevndarval var eisini á skránni. Símun Absalonsen og Súsanna Olsen stóðu fyri vali. Símun Absalonsen varð afturvaldur. Súsanna Olsen tók ikki við afturvali og Elsuba Poulsen er nývald í nevndina.

Fyrr í ár var starvsfólkaval á skránni. Tummas Martin Sólsker og Jørmund Foldbo vórðu afturvaldir. Guðrið Lava Olsen tók ikki við afturvali og Finnur Klein er nývaldur í nevndina.

Eftir umboðsráðsfundin skipaði nevndin seg við Símuni Absalonsen sum formanni og Rúna Heinesen sum næstformanni.

Í nevndini eru:

Símun Absalonsen, formaður
Rúni Heinesen, næstformaður
Frimodt Rasmussen
Annika Sølvará
Hans Arni Bjarnason Thomsen
Elsuba Poulsen
Tummas Martin Sólsker, starvsfólkaumboð
Jørmund Foldbo, starvsfólkaumboð
Finnur Klein, starvsfólkaumboð

Harumframt varð P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, afturvalt sum grannskoðari.