Norðoya Sparikassi lækkar renturnar

Danski Tjóðbankin hevur enn einaferð lækkað leiðandi rentuna, og tí lækka renturnar í Norðoya Sparikassa eisini. 

Broytingarnar eru hesar og umfata bæði privat- og vinnukundar:

- Útlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum
- Innlánsrentur lækka við upp til 0,25 %-stigum

Broytingarnar koma í gildi 23. apríl 2025.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.