Móttøka á nýggju deild okkara í Havn

 

Í sambandi við at nýggi skrivstovubygningurin Óðinsbrú er tikin í brúk, verður almenn móttøka í nýggju hølunum.

Móttøkan verður mánadagin 24. november 2025 kl. 15-17 í stásiligu hølunum á Óðinshædd 11, har høvi verður at vitja øll, sum hava leigað seg inn í bygningin.

Nýggi bygningurin er í trimum hæddum: Á niðastu hædd húsast Norðoya Sparikassi og ein kontórfelagsskapur, har m.a. AKF og Howden Tryggingarmekling leiga. Á miðhæddini eru Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Heilsustýrið. Á ovastu hædd hevur Tryggingarfelagið LÍV sítt høvuðssæti.

Møguligar heilsanir kunnu sendast til Beran á kontu í Norðoya Sparikassa 9865-3287453.

Øll eru hjartaliga vælkomin.