Vælkomin í Silvaland

Vælkomin í Silvaland 6. - 8. august

Í tríggjar dagar bjóðar Silvalandið fjølbroytt og gott undirhald í KÍ- og Badmintonhøllini.

Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum. Harafturat verður ballóngarður, hoppiborgir, teknistova, pinkuland, barnacafé og andlitsmáling.

Á pallinum verða konsertir og framførslur við Bubu, Angelu & Hannibal og Operettunum. Sangarin Bjarki fer eisini at hava konsert.

Silvi vitjar og hevur okkurt gott til børnini. Eisini verður skipað fyri eini spennandi Silvakapping.

Vinningur: rennihjól v/hjálmi og eitt gávukort frá KG hotel virði 1.500 kr.

SILVALAND – SKRÁ 2026

Hósdagur 6. august
15:00 Silvaland letur upp. Silvi bjóðar vælkomin
15:15 Silent Disco
18:00 Bubu
19:00 Silvaland letur aftur

Fríggjadagur 7. august
15:00 Silvaland letur upp. Silvi bjóðar vælkomin
15:15 Silent Disco
18:00 Operetturnar
18:30 Bjarki
19:00 Silvaland letur aftur

Leygardagur 8. august
14:00 Silvaland letur upp. Silvi bjóðar vælkomin
14:05 Angela & Hannibal
15:00 Silent Disco
17:00 Disney-konsert á Vágsbø
19:00 Silvaland letur aftur