27. februar - 10. mars 2023
Ábyrgdaravalið 2023
Ábyrgdaravalið verður 27. februar - 10. mars 2023
Norðoya Sparikassi skipar nú á áttanda sinni fyri vali til umboðsráðið. Umboðsráðið er hægsti myndugleiki sparikassans.
Ert tú ábyrgdari og myndug/ur, hevur tú valrætt til ábyrgdaravalið.
Tvey valdømi
Valdømini eru nú tvey í tali.
Veljast skulu tilsamans 39 umboð:
- 28 fyri Norðoyggjar
- 11 fyri Føroyar annars og útlond.
Ábyrgdarar uttanlands verða sostatt taldir við í økið “Føroyar annars”.
Hvussu fer valið fram?
Valið fer fram á øllum deildum sparikassans frá mánadegnum 27. februar til og við fríggjadagin 10. mars 2023. Atkvøtt verður í avgreiðslutíð sparikassans.
Seinasta dagin, tann 10. mars, ber tó til at velja í høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík fram til kl. 19:00.
Ábyrgdarar, ið ynskja at atkvøða við brævatkvøðu, kunnu venda sær til valnevndina við at ringja 475000 ella senda teldupost til ns@ns.fo.
Hvør kann gerast valevni?
Persónliga myndugir ábyrgdarar, sum seinast 4 vikur fyri 1. valdag hava ábyrgdarpening skrásettan í sparikassanum, kunnu gerast valevni. Tó kann eingin, sum hevur álitisstarv ella starv í øðrum fíggjarstovni, vera limur í umboðsráði sparikassans. Sama er galdandi fyri persónar, sum ikki hava ræði á búgvi sínum.
Uppskot um valevni skulu vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi mánadagin 30. januar 2023.
Nærri kunning fæst í viðtøkum og valreglum sparikassans.
Tal av atkvøðum
Fyri hvørjar 1.000 kr. í ábyrgdarfæi eigur tú eina atkvøðu, tó í mesta lagi 20 atkvøður. Ynskir tú at hækka ábyrgdarfæið, skal hetta, fyri at fáa gildi til ábyrgdaravalið 2023, gerast í seinasta lagi fríggjadagin 27. januar 2023.
Rentan
Sparikassans politikkur er, at tann árliga rentan á ábyrgdarpeningi verður 5 %. Ábyrgdarpeningur er váðafúsur peningur og er ikki fevndur av innskjótaratrygd. Sí annars rentupolitikk sparikassans her.
Er okkurt tú ivast í ella vilt vita meiri um, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Tekna teg sum ábyrgdara í seinasta lagi fríggjadagin 27. januar 2023, og tú kanst vera við til ábyrgdaravalið 2023.
VALEVNISYVIRLITNORÐOYGGJAR |
|||
Valevni |
Starv |
Bústaður |
Bygd/býur |
Alexandur Joensen | Útróðrarmaður | undir Fossum 11 | 700 Klaksvík |
Andreas D. Josephsen | Stjóri | undir Brúnni 53 | 700 Klaksvík |
Bogi Gardar | Skipsførari | undir Hálsi 16 | 700 Klaksvík |
Debes Christiansen | Fólkapensjonistur | Oyravegur 14 | 730 Norðdepil |
Elsubeth Poulsen | Virkisleiðari | undir Hálsi 20 | 700 Klaksvík |
Erling Petersen | Bókhaldari | Torvgøta 29 | 700 Klaksvík |
Frimodt Rasmussen | Stjóri | Flatnavegur 6 | 725 Norðoyri |
Hans Arni B. Thomsen | Stjóri | undir Brúnni 39 | 700 Klaksvík |
Hans Jacob Petersen | Skipsførari | undir Grashjalla 19 | 700 Klaksvík |
Hans Jákup Kallsberg | Arbeiðsformaður | Hoygarðsvegur 9 | 750 Viðareiði |
Hans Pauli Ziska Jacobsen | Keypmaður | við Mylnutún 2 | 700 Klaksvík |
Hanus P.N. Kjølbro | Veðurfrøðingur | Heygavegur 4 | 750 Viðareiði |
Heini Ósá | Kokkur | við Mylnutún 12 | 700 Klaksvík |
Hergerð Ziskason | Húsmóðir | Kráargøta 9 | 700 Klaksvík |
Hilmar Kalsø Danielsen | Verkfrøðingur | Skarðsvegur 17 | 700 Klaksvík |
Jean Dela Cruz Guðjonsson | Búskaparfrøðingur | Selheygsgøta 9 | 700 Klaksvík |
Jógvan Edmund á Geilini | Lærari | um Eiði 14 | 765 Svínoy |
Jógvan Kallsgarð Joensen | Sergreinalærari | Eystan Garð 14 | 700 Klaksvík |
Jógvan Páll Poulsen | Skipari | í Túni 12 | 766 Kirkja |
Jóhanna á Tjaldrafløtti | Skúlastjóri | Uppsalagøta 54 | 700 Klaksvík |
John Mortensen | Samskiftisfólk | oman Eið 3 | 700 Klaksvík |
Johnny S. S. Olsen | Teknikari | Skáltavegur 27 | 700 Klaksvík |
Karl Heri Joensen | Sjálvstøðugur vinnurekandi | Oyravegur 16, Gravarbøur | 700 Klaksvík |
Katrin Næs | Borgarstjóri | Sundsvegur 97 | 740 Hvannasund |
Kristian Martin Rasmussen | Skipari | Traðagøta 10 | 700 Klaksvík |
Leif Heimustovu Johannesen | Service teknikari | Marknavegur 4 | 700 Klaksvík |
Louisa Eliasen | Læknaskrivari | undir Brúnni 1 | 700 Klaksvík |
Markus Tummas Fróði á Gravarbø | Skrivstovumaður | Oyravegur 18, Gravarbøur | 700 Klaksvík |
Niels Viderø Petersen | Umsjónarmaður | undir Hálsi 29 | 700 Klaksvík |
Óli Matras Lassen | Stjóri | Garðavegur 49 | 700 Klaksvík |
Olivur Thomsen | Skrivstovumaður | Nólsoyar Pálsgøta 24 | 700 Klaksvík |
Petur Martin Hansen | Deildarleiðari | undir Grashjalla 21 | 700 Klaksvík |
Rúni Heinesen | Skúlastjóri | Mylnugøta 36 | 700 Klaksvík |
Sólarn Karlsson Isaksen | Maskinistur | Norðurgarður 17 | 796 Húsar |
Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu | Sølufólk | Bakkavegur 12 | 785 Haraldssund |
Steffan Rosenlund | Innkeypsleiðari | Jørundsgøta43 | 700 Klaksvík |
Súsanna Lydersen | Kundaráðgevi | Traðagøta 43 | 700 Klaksvík |
Victor Nielsen | Grannskoðari | Vágstún 2 | 700 Klaksvík |
FØROYAR ANNARS OG ÚTLOND |
|||
Valevni |
Starv |
Bústaður |
Bygd/býur |
Anna Margretha Otthamar | Toymisleiðari | millum Gilja 85 | 188 Hoyvík |
Anne Brinck Brøndum | Skrivstovukvinna | Lomvievej 7 | 8541 Skødstrup, Danmark |
Bergun Kass | Hjálparfólk | Jóansgøta 6 | 188 Hoyvík |
Birna Skorti | Fólkapensjonistur | Toften 4P | 6880 Tarm, Danmark |
Gullak Fróði Gullaksen | Skipari | Bóndagerði 4 | 520 Leirvík |
Hans Jákup Langgaard | Stjóri | Fløtugerði 13 | 520 Leirvík |
Heri Signar Nolsøe | Arbeiðsmaður | Ennivegur 43 | 530 Fuglafjørður |
Ingálvur Johannesen | Kokkur | Óluvugøta 14 | 100 Tórshavn |
Jenny Høgnesen | Tannlækni | Leitisvegur 30 | 600 Saltangará |
Jens Michael Jensen | Løgreglumaður | Dýrindalsgøta 45 | 188 Hoyvík |
Jóanis Erik Køtlum | Kommunustjóri | Norðurrás 6 | 100 Tórshavn |
Jóannes Hansen | Miðnámsskúlalærari | Høganesvegur 63 | 650 Toftir |
Jógvan Sverri Christiansen | Goymslumaður | Landavegur 8 | 100 Tórshavn |
John P. Danielsen | Cand.Polit. | Støðlagøta 3 | 160 Argir |
Meinhard Eliasen | Civilverkfrøðingur | millum Gilja 135 | 188 Hoyvík |
Mortan Johannesen | Skipari | Torfinsgøta 44 | 100 Tórshavn |
Sigfrid Petersen | Skipsførari | millum Gilja 9 | 188 Hoyvík |
Símun Absalonsen | Grannskoðari | Sleipnisgøta 12 | 100 Tórshavn |
Tórbjørn Jacobsen | Borgarstjóri | Glyvravegur 33 | 625 Glyvrar |
Torleif Joensen | Sjálvstøðugur vinnurekandi | Lauritsargøta 7 | 100 Tórshavn |