Fitbit Pay

Tú kanst rinda lætt og trygt við Fitbit Pay.

Við Fitbit kanst tú rinda uttan at hava gjaldkort ella telefon við tær. Lat tey liggja eftir heima og rinda beinleiðis frá tínum handliði.

Ein fortreyt fyri at kunna rinda við Fitbit Pay er, at títt Fitbit skal virka saman við Fitbit Pay. 

Tú kanst rinda við Fitbit Pay við hesum gjaldkortunum:
  • Visa/Dankort
  • Mastercard 
Hvar kann eg rinda við Fitbit Pay?

Tú kanst nýta Fitbit Pay á øllum støðum, sum lýsa við hesi ímyndini:

Soleiðis knýtir tú gjaldkort til Fitbit Pay

Tað er lætt at knýta títt gjaldkort til Fitbit Pay.

Soleiðis gert tú:

  • Tryggja tær, at tín Fitbit eind hevur samband við telefonina umvegis Bluetooth
  • Á telefonini: Heinta Fitbit-appina í Google Play Store og trýst á “Today” og síðan á tína vangamynd
  • Trýst á myndina av tíni Fitbit-eind og trýst á “Fitbit Wallet”
  • Fylg vegleiðingini fyri at leggja kort afturat
  • Vel kotu fyri at verja títt Fitbit Pay
  • Inntøppa tínar kort- og persónupplýsingar
  • Góðkenn nýtslutreytir
  • Upplýs sms-kotuna, sum verður send til telefonnummarið, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt telefonnummar
  • Trýst á “Activate on device” 
Tá tú rindar í handlum

Hygg eftir ímyndini fyri kontaktleysa gjalding, og tú kanst rinda beinleiðis frá tínum handliði.

Hevur tú eitt Fitbit Ionic ella Versa, virkjar tú Fitbit Pay við at trýsta á tín snarknøtt ella við at sveipa frá toppinum og niður. Á øðrum Fitbit eindum skalt tú trýsta á vinstra knøttin á urinum í 2 sekundir. Tøppa møguliga inn tína kotu og vel gjaldkort við at “sveipa" ella við at trýsta á skermin á urinum. Halt urið tætt afturat gjaldsterminalinum og rinda. 

Trygd

Tá tú rindar við Fitbit Pay, fær títt gjaldkort eitt serligt nummar, og gjaldingin eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli ella hjá Fitbit. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Fitbit.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost