Google Pay

Rinda lætt og trygt við Google Pay.

Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við í handlum, appum og á netinum. Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay. Ongantíð hevur verið lættari at gjalda í handlum, í appum og á netinum.

Fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay i handlum er, at tín Android eind hevur stýrisskipan Android 7.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís.

Tú kanst fáa Google Pay til hesi gjaldkortini:
  • Visa/Dankort
  • Mastercard
Hvar kann eg rinda við Google Pay?

Tú kanst nýta Google Pay á øllum sølustøðum, sum lýsa við einum av hesum ímyndum:
Google Pay

Soleiðis knýtir tú gjaldkort til Google Pay

Tað er lætt at leggja títt gjaldkort á Google Pay.

Soleiðis gert tú:

Android smartphone ella -teldil:

  1. Heinta og lat upp Google Pay-appina
  2. ”Trýst á “Betaling” valmyndina
  3. Trýst á “+ Betalingsmetode”
  4. Skanna forsíðuna á gjaldskortinum. Fyll út møguligar vantandi upplýsingar. Annar møguleiki er, at tú inntøppar sjálv/-ur tínar kortupplýsingar.
  5. Góðkenn nýtslutreytir
  6. Upplýs sms-kotuna, sum verður send til telefonnummarið, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt

Telda við Google Chrome

  1. Far til ”Administrer din Google-konto”
  2. Vel “Betalinger og abonnementer”, og vel síðani “Administrer betalingsmetoder kort”
  3. Vel ”+ Tilføj betalingsmetode” og inntøppa tínar kort-, navna- og adressuupplýsingar
  4. Trýst á ”Gem”
  5. Far til Google Pay á tíni Android-eind, vel ”Betaling”, og tú sært nú títt kort
  6. Trýst á ”Konfigurer kontaktløs betaling” fyri at innstilla kortið til rindan við fartelefon
  7. Góðkenn nýtslutreytir
  8. Upplýs sms-kotuna, sum verður send til telefonnummarið, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt.
Tá tú rindar í handlum

Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við í handlum, í appum og á netinum við tíni Android telefon ella teldli. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta onnur tól enn tínar vanligu Android eindir.

Við Google Pay kanst tú lætt og einfalt rinda í handlum við tíni Android telefon. Tú rindar kvikliga við Google Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, og síðan at halda telefonini tætt aftur at gjaldsterminalinum, júst sum tú vanliga gert við tínum kontaktleysa gjaldskorti.

Fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay i handlum er, at tín Android eind hevur stýrisskipan Android 7.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís.

Tá tú rindar í appum og á netinum

Tá tú rindar í appum og nethandlum, er Google Pay ein skjótari gjaldsháttur, tí tú skalt ikki longur nýta tíð og orku at stovna kontur ella fylla long oyðibløð út.

Fyri at rinda í appum og nethandlum í Google Chrome frá tíni telefon ella teldli skalt tú velja Google Pay við kassan og góðkenna gjaldið.

Trygd

Google Pay er ein tryggur og lættur gjaldsháttur.

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay.

Tá tú rindar við Google Pay, nýtir skipanin eitt serstakt nummar og eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt í fullum líki – hvørki á tínum tóli ella hjá Google. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Google Pay.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost