Bústaðarkonta

Bústaðarkonta er ein samansparingskonta við eyka rentu til tín, sum ynskir at spara saman til bústað.

Peningurin á Bústaðarkontuni kann nýtast til:

  • Sethúsa- og íbúðarbygging
  • Keyp av sethúsum, íbúð ella grundstykki
  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
  • Umvæling av bústaði

Talan skal vera um egnan fastan bústað.

Tú kanst í mesta lagi seta 1 mió. kr. inn á Bústaðarkontuna.

Tá tú skalt brúka peningin til at keypa ella umvæla bústaðin, er ikki neyðugt at uppsiga peningin áðrenn.

Um tú angrar og ynskir peningin útgoldnan til annað endamál, verður eyka rentan afturgoldin og dekort rindað av útgjaldinum.

Sí rentu fyri Bústaðarkontu her.