
Innlánskonta til ábyrgdarar
Nú er møguleiki hjá ábyrgdarum, ið eiga minst 30.000 kr. í ábyrgdarpeningi, at fáa eina innlánskontu við hægri rentu.
Nýggja innlánskontan til ábyrgdarar hevur 12 mðr. uppsagnartíð og rentan er 2,50 % um árið. Kontan hevur broytiliga rentu og er bert ætlað privatkundum.
Einki hámark er fyri, hvussu nógv kann setast inn á kontuna.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva, um hetta hevur áhuga. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara.