Eftirløn
Tað er meðan tú arbeiðir, at tú leggur lunnar undir títt livistøði sum pensjónistur. Eitt gott og virkið lív sum pensjónistur krevur at tú hevur pening at brúka. Tí er ongantíð ov tíðliga at hyggja nærri eftir tínum eftirlønarviðurskiftum. Tínar avgerðir nú kunnu hava ávirkan á tínar fíggjarkarmar sum pensjónistur.
Byrja at spara saman
Øll við fullari skattaskyldu og sum eru undir pensjónsaldur, skulu spara ein part av lønini saman til eftirløn. Inngjaldið skal í minsta lagi vera 12 % av A-inntøkuni. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið inn á tína eftirlønarkontu, sum tú stovnar hjá okkum. Ert tú sjálvstøðug/ur vinnurekandi, skal tú sjálv/ur senda peningastovninum áheitan um eftirlønarinngjald. Skattur verður goldin av inngjøldum men ikki av útgjaldinum.
Ymisk sløg av eftirløn
Arbeiðsmarknaðareftirløn (Samhaldsfasti)
Fólkapensjón
Privatar eftirlønarskipanir
Eftirlønarkonta í Norðoya Sparikassa
Við eini eftirlønarkontu hjá okkum kanst tú:
- spara saman eftir tínum ynski
- fáa ráðgeving um samansparing og útgjald, tá pensjónsaldurin nærkast
- fáa eina kappingarføra rentu av innistandandi á eftirlønarkontuni
- gera íløgur í virðisbrøv fyri samansparda peningin
Set eftirlønina í virðisbrøv
Vit bjóða møguleika at seta tína eftirlønarsamansparing í virðisbrøv. Talan er um íløguprógv, sum kunnu vera samansett av partabrøvum og lánsbrøvum. Hetta gevur møguleika fyri størri langtíðaravkasti enn vanliga rentan á eftirlønarkontu. Íløgur eru serliga væl egnaðar, um tað er leingi til tú verður pensjónistur.
Vit bjóða:
- Samanseting, av virðisbrøvum sum hóskar til tíni ynski, tíðarhorisont og váðafýsni
- Framhaldandi sjálvvirkandi keyp av íløguprógvum fyri tíni eftirlønarinngjøld
Samstarv við BankInvest
Norðoya Sparikassi samstarvar við íløgufelagið BankInvest A/S um íløgur. Sparikassin er eisini partaeigari í felagnum. Sum kundi kanst tú eisini velja onnur íløgufeløg.
Útgjøld av eftirlønarkontu
Tá tú nærkast pensjónsaldri, skalt tú avgera hvussu samansparda virðið skal býtast millum hesar útgjaldshættir:
-
Lutaeftirløn (fast útgjald í minsta lagi 10 ár) í mesta lagi 55 %
-
Lívrenta (lívlanga útgjalding) í minsta lagi 45 %
-
Kapitaleftirløn (samlað upphædd í einum) í mesta lagi 15 %
Njótunartilskilan
Í samansparingartíðarskeiðnum er eftirlønin at meta sum kapitaleftirløn við arvarætti, um ikki onnur avtala er galdandi. Tá eftirlønarsamansparari doyr, fellur samansparda eftirlønarupphæddin til njótunartilskilaða sambært eftirlønarsáttmálanum, um ikki onnur avtala er galdandi.
Vit vegleiða fegin, so tú tryggjar tær, at peningurin kemur tí tilgóðar, sum tú ynskir.
Tryggingar
Um tú ella tín maki fella frá, hevur hetta stóra ávirkan á fíggjarviðurskiftini hjá tí, sum situr eftir. Tí er umráðandi at síggja Lívstryggingar og eftirløn sum eina heild.
