
Tvey kort við á ferðini
Skalt tú uttanlands at ferðast, er skilagott at hava tvey ymisk gjaldkort við tær. Skuldi tú verið óheppin og mist kortið, ella verður kortið óvirkið á ferðini, ert tú kortini trygg/ur. Nøkur kort hava serligar tænastur sum t.d. tryggingar, sum kunnu koma væl við. Eitt nú Mastercard Gull og Platinum hava bæði ferðatryggingar knýttar afturat.

Loyniorð til keyp á netinum
Tá ið tú nýtir gjaldkortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, skalt tú brúka eitt persónligt loyniorð. Tú verður biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Tíðindi

Vælkomin í Silvaland
Í tríggjar dagar bjóðar Silvaland festivalbørnum fjølbroytt og gott undirhald í KÍ- og Badmintonhøllini.Silvi vitjar og hevur okkurt gott til børnini.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku. Lønarfl

Lønarportalurin óvirkin í vikuskiftinum
Vegna dagføringar hjá okkara veitara verður Lønarportalurin óvirkin í vikuskiftinum.

Bjarti Jøkladal Højbro hevur lokið bankaútbúgving
Í hesum sambandi høvdu vit eina hátíðarløtu á høvuðsdeildini, har Bjarti fekk handað prógvið.