Orkulán

Bústaðarlán við lágari rentu

Skalt tú gera orkuberandi og umhvørvisvinarligar íløgur í tín bústað, kunnu vit bjóða tær Orkulán, ið hevur lægri rentu enn vanliga bústaðarlánið.

Orkulánið er til tín, sum ynskir at gera orkuberandi íløgur í tín bústað, so sum at skifta vindeygu, tekju, klædning, bjálva bústaðin ella umleggja til nýggja ella alternativa orkuskipan. Umframt at betra um bústaðin fært tú minni orkunýtslu, lægri mánaðarligar orkuútreiðslur, betri heimaumhvørvi og samstundis økist virðið á tínum bústaði til eina møguliga sølu í framtíðini.

Við einum Orkuláni kanst tú læna upp til kr. 400.000. Rentan er lægri enn tann vanliga bústaðarrentan.

Sí rentu fyri Orkulán her.

Rentan er broytilig og tú kanst læna í mesta lagi upp til 80% av metta handilsvirðinum á bústaðnum við eini afturgjaldstíð upp til 20 ár.


Orkulán frá Norðoya Sparikassa kann veitast til:

  • at skifta vindeygu
  • at skifta tekju ella klædning
  • at bjálva bústaðin
  • nýggja ella alternativa orkuskipan
  • onnur orkusparandi tiltøk

 

Bílegg eitt kundaprát og fá meira at vita um fyrimunirnar við Orkuláninum.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost