Kundatrygging

Tað hendir sjálvandi ikki fyri okkum, men so hendir tað kortini. Ein av okkara kæru fellur brádliga frá, og støðan gerst bæði torfør og syrgilig - hvussu við tí fíggjarliga? Tú kanst ikki tryggja teg móti øllum, men millum mongu fyrimunirnar, tú sum kundi í Norðoya Sparikassa kanst fáa, er ein serlig Kundatrygging, ið verður útgoldin, tá ið tryggingartakarin doyr.

Um Kundatrygging

Sum kundi í Norðoya Sparikassa kanst tú tekna eina Kundatrygging, ið ger, at næsti avarðandi ella annar tilskilaður persónur/ar er tryggari, skuldi tað hent, at tú doyði.

Kundatrygging kann teknast sum egintrygging, har tú tryggjar teg sjálvan við deyða, ella sum krosslívstrygging, har tú tryggjar makan ella sambúgvan við deyða.

Hvør kann tekna Kundatrygging?

Kundar, ið eru 18 ár ella eldri, men tó ikki hava fylt 50 ár, kunnu tekna hesa Kundatrygging. Ein kann vera í Kundatryggingini, til ein hevur fylt 67 ár.

Kundatryggingin ávirkar ikki aðrar lívstryggingar.

Hvussu verður Kundatryggingin teknað?

Vilt tú tekna eina Kundatrygging, skalt tú fylla út tekningarblað og heilsuváttan. Tú kanst fylla skjølini út á heimasíðuni, prenta tey út at skriva undir og síðani lata Norðoya Sparikassa tey.

Kundatryggingin er í samstarvi við Betri pensjón og tekur við, tá ið tú hevur latið Norðoya Sparikassa hesi skjøl aftur. Hetta er eisini treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarupphædd og gjald

Tryggjast kunnu upp til kr. 2.000.000. Samlaða tryggingarupphæddin fyri Restskuldartrygging og Kundatrygging kann ongantíð vera hægri enn kr. 2.000.000. Niðanfyri eru nøkur dømi um tryggingarupphæddir og gjald um mánaðin:

Upphædd Gjald um mánaðin

kr. 500.000 kr. 125,00

kr. 1.000.000 kr. 250,00

kr. 1.500.000 kr. 375,00

kr. 2.000.000 kr. 500,00

Árliga tryggingargjaldið er 0,30 % av tryggingarupphæddini.

Tryggingargjaldið verður goldið mánaðarliga.

At broyta tilskilan

Hevur tú teknað Kundatrygging, men vilt broyta, hvør skal vera tilskilaður, kanst tú heinta tilskilanarblaðið, fylla tað út og senda tað til pensjon@betri.fo.

Tryggingarútgjald

Tá ið tryggingartakarin doyr, verður útgoldið til næsta avvarðandi ella annan tilskilaðan persón/ar.

Tryggingarupphæddin verður útgoldin skattafrítt. Tó skal arvaavgjald rindast, um tú hevur Kundatrygging sum egintrygging. Hesum sleppur tú undan, um tú hevur krosslívstrygging.

Uppsøgn

Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp til fyrst í einum mánaði.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost