Boðtænastan

 

Við Boðtænastuni ber til at fylgja við, hvussu kontan broytist. T.d. ber til at fáa teldupost ella sms, tá ið lønin kemur inn, ella tá ið saldan fer niður um ávísa upphædd. Boðtænastan riggar á flestøllum fartelefonum.

Við Boðtænastuni ber m.a. til at fáa boð um:

  • Hvat saldan er
  • Tá ið saldan fer upp um ávísa upphædd
  • Tá ið saldan fer niður um ávísa upphædd
  • Tá ið flytingar av kontu eru oman fyri ávísa upphædd
  • Tá ið flytingar á kontu eru oman fyri ávísa upphædd

Rita inn í netbankan á telduni og melda til Boðtænastuna. Far undir "Uppseting" vel "Fartænastur" og trýst á "Fá sms ella teldupost sendandi".

Boðtænastan er ókeypis at stovna. Kostnaðurin fyri hvørt sms er kr. 0,50.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost