Silvakonta

 

Barnasamansparing, útbúgvingar- og bústaðarsamansparing eru nakrir av mongu møguleikunum, tú kanst geva barni tínum. Tað er ongantíð ov tíðliga at hugsa um samansparing til barnið, og við einari Silvakontu kanst tú geva barninum eina góða byrjan.

Øll børn, ið eru 0-12 ár, kunnu stovna Silvakontu. Tá ið tú stovnar Silvakontu, fært tú eina Silvabússu og eina gávu.

Foreldur, ommur og abbar kunnu stovna Silvakontu.

Við Silvakontu fært tú hægri rentu enn við vanligari kontu. Setur tú t.d. 100 kr. inn hvønn mánað, verður henda upphædd eftir 13 árum 15.600 kr. umframt rentu. Sí rentuyvirlit her.

Peningurin á Silvakontuni er bundin, til tú verður 13 ár. Peningurin verður tá sjálvvirkandi fluttur á eina Gull 2, sum er ein ungdómssamansparing. Gull 2 er bundin, til tú verður 18 ár.

Les meira um Silvakontuna her.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost