Undirskriftarrúmið

Undirskriva skjøl og avtalur talgilt við Samleikanum

Sum nakað nýtt ber til at undirskriva skjøl, eitt nú lán og aðrar avtalur talgilt í Undirskriftarrúminum. 

Í Undirskriftarrúminum hevur tú atgongd til skjøl og avtalur, sum liggja klár at undirskriva.

Avtalur kunnu bert undirskrivast við Samleikanum.

Soleiðis undirskrivar tú skjøl
  • Rita inn við Samleikanum
  • Vel avtaluna, tú vilt undirskriva
  • Trýst á Undirskriva
  • Les avtaluna/r gjølla
  • Set flugubein í kassan, tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna
  • Trýst á Undirskriva skjøl
  • Góðkenn við Samleikanum

Far til Undirskriftarrúmið her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost