Restskuldartrygging

Tað hendir sjálvandi ikki fyri okkum, men so hendir tað kortini. Makin fellur brádliga frá, og støðan gerst bæði torfør og syrgilig. Sum steinur oman á byrðu, mugu húsini seljast ella…

Í slíkari støðu kann Restskuldartryggingin gera, at tú kanst varðveita húsini.

Um Restskuldartrygging

Við eini Restskuldartrygging kanst tú tryggja tey avvarðandi soleiðis, at skuldin ella partur av henni verður útgoldin, um tú doyrt. Hjúnafelagin kann eisini tekna eina tílíka trygging.

Restskuldartryggingin kann teknast sum egintrygging, har tú tryggjar teg sjálvan við deyða, ella sum krosslívstrygging, har tú tryggjar makan ella sambúgvan við deyða. Viðurskifti í arvalógini gera, at fyrimunir eru við krosslívstryggingini, sum verður útgoldin, eftir at búgvið er gjørt upp. Harvið økist virðið av ognini ikki, sum møguliga skal skiftast við arvingarnar.

Hvør kann tekna Restskuldartrygging?

Um tú skalt tekna Restskuldartrygging, skalt tú ikki hava fylt 50 ár. Tú kanst vera í Restskuldartryggingini, til tú hevur fylt 67 ár.

Tryggingarupphædd

Tryggjast kunnu upp til kr. 2.000.000. Gjørligt er eisini at tekna Restskuldartrygging fyri ein part av samlaðu restskuldini.

Soleiðis teknar tú Restskuldartrygging

Vilt tú tekna Restskuldartrygging, skalt tú fylla út tekningarblað og heilsuváttan. Tú kanst fylla skjølini út á heimasíðuni, prenta tey út at skriva undir og síðani lata Norðoya Sparikassa tey.

Restskuldartryggingin er í samstarvi við Betri Pensjón og tekur við, tá ið tú hevur latið Norðoya Sparikassa hesi skjøl aftur. Hetta er treytað av, at Betri Pensjón góðtekur heilsuváttanina.

Tryggingarútgjald

Um tryggingartakarin doyr, verður tryggingarupphæddin goldin inn á lánið/lánini.

Er samlaða restskuldin í Norðoya Sparikassa lægri enn tryggingarupphæddin, verður munurin útgoldin sum ein kundatrygging. Um talan er um krosslívstrygging, verður munurin goldin til tann, sum hevur teknað tryggingina. Arvaavgjald skal í hesum føri ikki rindast.

Upphæddin verður ikki skattað.

Gjald

Árliga tryggingargjaldið er 0,30 % av tryggingarupphæddini. Tryggingargjaldið verður goldið mánaðarliga.

Tryggingarupphædd

Talvan niðanfyri vísir nøkur dømi um ymiskar tryggingarupphæddir. Um tryggingarupphæddin verður lækkað, minkar gjaldið samsvarandi. Samlaða tryggingarupphæddin fyri Restskuldartrygging og Kundatrygging kann ongantíð vera hægri enn kr. 2.000.000.

 

Upphædd  Gjald um mánaðin

kr. 500.000 kr. 125,00

kr. 1.000.000 kr. 250,00

kr. 1.500.000 kr. 375,00

kr. 2.000.000 kr. 500,00

Uppsøgn

Vilt tú strika tryggingina, kann hon sigast upp til fyrst í einum mánaði.

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

475000

Send teldupost