Visa/Dankort

Nýtslumøguleikar
Visa/Dankortið kann nýtast:
- í sjálvtøkum
- í peningastovnum
- í handlum kring stóran part av knøttinum
- á internetinum
Nýtsla í sjálvtøkum
Í sjálvtøku sparikassans kanst tú taka út upp til 6.000 kr um samdøgrið. Í sjálvtøkum hjá øðrum føroyskum peningastovnum og donskum peningastovnum, ið nýta SDC, kanst tú taka upp til 5.000 kr um samdøgrið, tó í mesta lagi 2.000 kr. hvørja ferð. Hjá øðrum donskum peningastovnum kanst tú taka 2.000 kr. út um samdøgrið.
Ert tú ikki staddur í danska kongaríkinum, er tað útlendski peningastovnurin, sum ásetir, hvussu nógv kann takast út í sjálvtøku. Tó í mesta lagi 2.000 kr. fyri hvørt samdøgur.
At keypa í handlum
Í danska ríkinum er tað so, at tað er handilin, ið ger av, hvussu stóra upphædd teir vilja avgreiða við Visa/Dankorti.
Uttanlands er tað á sama hátt, men tú kanst í mesta lagi keypa fyri 25.000 kr. 30 dagar á rað.
At keypa á alnetinum
Sama galdandi sum í handlum.
Kostnaður
Visa/Dankortið kostar kr. 250 um árið. Tá ið tú tekur pening út aðra staðni enn í danska ríkinum, verða kr. 30 tiknar í avgreiðslugjaldi hvørja ferð, sama hvussu nógv tú tekur út.
Loynital
Til kortið fært tú eitt loynital, ið bara tú kennir. Tá ið tú brúkar kortið, skalt tú brúka loynital ella undirskrift. Umráðandi er, at eingin annar enn tú kennir loynitalið. Tí má loynitalið ongantíð goymast saman við kortinum.
Um tú missir kortið burtur
Missir tú kortið burtur, skalt tú beinanvegin siga sparikassanum frá. Missir tú kortið burtur, tá ið sparikassin er stongdur, skalt tú seta teg í samband við Nets kundatænastuna á tlf. +45 44 89 29 29, sum svarar alt samdøgrið.
Aldursmark
Tú skalt vera 18 ár, um tú skalt hava Visa/Dankort. Eisini skalt tú lúka tær treytir, ið annars verða settar, tá ið kort verða útflýggjað.